Opið hús og konsert

27. februar 2006 lótu hurðarnar í Húsinum upp fyri ungdóminum í Norðoyggjum fyri fyrstu ferð. Tað merkir, at vit nú kunnu hátíðarhalda, at Húsið hevur havt opið fyri øllum børnum og ungum frá 3. flokki til og við 18 ár í 18 ár - tað er stórt:)

Fríggjadagin 1. mars frá kl. 17.00 bjóða vit inn til ein kaffimunn við onkrum søtum, og tá eru øll hjartaliga vælkomin.

Kl. 19.00, kl. 20.00 og kl. 21.00 bjóða vit inn til konsert við Anua, Attika og Adrenaline - okkara heilt egnu Listarok-bólkum.


Vit vóna at síggja mega nógv fólk.....børn, ung sum vaksin.


Eitt heilt serligt shout out skal tó fara út til til árgang 1997, 1998, 1999, 2000, 2001, 2002, 2003, 2004, 2005, 2006, 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2012, 2013, 2014 - kom ein túr framvið - tað hevði verið so deiligt at sæð tykkum:)

Vit gleða okkum at hátíðarhalda dagin saman við øllum, sum hava hug at leggja leiðina framvið:)

Byrjar:
01.03.2024 - KL. 17:00
Endar:
01.03.2024 - KL. 23:59

Komandi tiltøk

26 februar
2026
Rørslu- og spældagur
Hósdag er rørsla og spæl á skránni. Kanska vit gera yoga, kanska vit gera just dance ella kanska vit jonglerað ein bólt. Hvør veit, hvat vit í felag kunnu finna uppá, men í øllum førum fara vit at røra okkum og spæla
26 februar
2026
Húsfundur fyri ung
Á húsfundinum tosa vit um, hvussu tað gongur. Vit taka praktisk ting upp og kunnað um komandi tiltøk ella verkætlanir. Eisini hava tit ungu her ein upplagdan møguleika at gera vart við ting, at koma við huskotum o.s.fr.
27 februar
2026
Húsið stongt
Í samband við føðingardagin, hevur Húsið stongt seinnapartin....,meeeen vit síggjast kl. 16.30